Skip to content

boginw/discord-kvf

Folders and files

NameName
Last commit message
Last commit date

Latest commit

 

History

38 Commits
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

Repository files navigation


DISCORD-KVF
DISCORD-KVF

Fá Útvarpið á tín Discord ambætara! Trýst her! 👍

NýtslaSjálvhýsan

Nýtsla

  • kvf!play: Fá bottin at byrja at spæla útvarið
  • kvf!stop: Fá bottin at steðga við at spæla útvarið

Sjálvhýsan

Í hesum parti verður greitt frá hvussu ein setur upp hendan bot til sjálvhýsan.

Fortreytir

Áðrenn vit byrja við uppsetanini, mást tú tryggja tær, at fylgjandi tól eru innløgd:

Vit kunnu halda á framm við uppsetanini eftir innlegging av niðanfyristandandi tólum.

Discord Bot

Vitja Developer Portal hjá Discord. Á hesari síðuni velur tú "New Application". Vel eitt navn, og trýst á "Create".

Far nú inn á síðuna hjá tínum bottið. Undir OAuth2 vel valmøguleikan "bot". Hareftir, undir "Bot Permissions", vel "Send Messages", "Manage Messages", "Connect", og "Speak". Eftir at tú hevur valt hesar valmøguleikarnar, legg so í geyma ta leinki, ið stendur undir kassanum við heitinum "Scopes". Vitjar tú hesa leinku, og trýstur á "Authorize", so kemur bottur tín á tín ambætara.

Far nú undir Bot, og hareftir undir "Build-A-Bot", har sært tú ein teig ið eitur "Token". Trýst á leinkuna við tekstinum "Click to Reveal Token". Fram kemur eitt teknmerkið. Legg hetta teknmerkið í geyma, vit skulu brúka tað seinni.

Niðurtøka av Verkætlaninið

Nú er klárt at seta bottin upp á telduni. Vit byrja við at heinta verkætlanina niður á telduna. Hetta kann gerast á tveir ymiskar háttir. Hevur tú tólið git, so kanst tú koyra fylgjandi í stýristøð tínari:

git clone [email protected]:boginw/discord-kvf.git

Um ikki, so kanst tú trýsta á "⬇️ Code" og síðan á "Download ZIP" á hesari síðuni. Um tú ikki finnur hetta, so ber eisini til at trýsta á her. Pakka síðan hendan fílin út.

Teknmerkið

Í mappuni, ið hýsur verkætlanini, skalt tú stovna ein nýggjan fíl. Kalla hendan fílin fyri token. Á stýristøð tínari ber til at koyra touch token fyri at gera hetta. Opna síðan fílin í tínum yndis ritli, og skriva í hann teknmerkið, ið tú legði í geyma.

Byrja Bottin

Byrja nú stýristøð tína og vitja mappuna ið hýsur verkætlanina. Fyri at innleggja øll tey tól, ið verkætlanin krevur, koyr so fylgjandi:

npm install

Síðst, men ikki minnst, koyr so fylgjandi fyri at byrja bottin:

npm start

About

Útvarpið á Discord

Resources

License

Stars

Watchers

Forks

Releases

No releases published

Packages

No packages published

Contributors 4

  •  
  •  
  •  
  •